Fri Ocean farin avstað aftur

Fri Ocean er triðja skipið, sum kemur á Toftir við salti, síðan M.J.Saltsøla tíðliga í summar fekk fyrstu lastina til nýggju saltgoymsluna Við Rætt. Eingin atløgusíða er, har saltgoymslan er bygd, og tí hava skipini, sum eru komin av Ibiza við salti, ligið við Nykabryggjuna, haðani saltið er koyrt norður til goymsluna.

Tá ein góður helmingur av teimum 3000 tonsunum av salti, sum Fri Ocean kom við, vóru fingin upp, øtlaði hann veðrið, og gjørt varð av at flyta skipið av Nykabryggjuni og suður í skipahavnina við Fiskamarknaðin Føroya.

- Fri Ocean er heilar 89 metrar langur og er soleiðis størsta skip, sum hevur verið inni í skipahavnini á Toftum. Við fyrsta eygnabráð sá skipið út til at strekkja seg um ein stóran part av atløgubryggjuni, men tá hugt verður nærri, fyllir skipið kanska ein lítlan helming av atløgusíðuni.

Hans Óli Viberg, havnameistari, sigur, at skip sum Fri Ocean stinga ikki serliga djúpt, kanska umleið 5,5 metrar, tá tey eru fulllastað, og tí er eingin trupulleiki í havnini, ei heldur við atløgubryggjuna, við dýpinum.

- Hesi skip eru bygd soleiðis, at tey ikki stinga serliga djúpt, og tí eru tey eisini vælegnað til dýpið, har saltið verður lastað í Ibiza.

Mánamorgunin, meðan Fri Ocean enn lá inni í skipahavnini, var ov vátt til at lossa salt, men sum dagurin leið, kundi lossingin av seinna helmingini av lastini byrja.

Hans Óli Viberg, havnameistari, sigur við Portalin í morgun, at Fri Ocean loysti aftur av Toftum í gjárkvøldið, tá ið liðugt var at lossa saltið til nýggju saltgoymsluna hjá M.J.Saltsølu á Toftum.