Friðingarmyndugleikin seinkaði Leynatunlinum

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, vera eina av orsøkunum til, at arbeiðið í tunlinum tók so langa tíð. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, setti henni ein grein 52 spurning í sambandi við umvælingararbeiðið í tunlinum.

Kári P. Højgaard spurdi landsstýriskvinnuna, hvussu stór upphædd upprunaliga varð mett, at kostnaðurin fór at verða av at gera neyðugu ábøturnar á Leynartunnilin. Annika Olsen svara, at upprunaliga kostnaðarætlanin var 15 milliónir krónur. Men nú hann er um at vera liðugur, er samlaði kostnaðurin 17,3 milliónir krónur.

Kári P. Højgaard spurdi eisini, hvør orsøkin er til, at ljósini, sum sett vóru tunnilin og tendrað, eftir stutta tíð vórðu sløkt aftur. Til hetta sigur landsstýriskvinnan, fyri at spara um raksturin, var ein serlig ljósskipan sett upp, ið ikki varð roynd í Føroyum áður. Nakrar barnasjúkur hava verið orsakað av vantandi royndum við hesi skipan, men nú skuldi trupulleikarnir verið loystir.

Hon sigur eisini, at ein grund til, at arbeiðið dróg út, var, at teknikhúsini við tunnilsmunnarnar kravdu loyvi frá friðingarmyndugleikunum. Hetta loyvi er nú fingið.