Burðardyggur fiskiskapur
? Tað eru ikki fiskidagarnir, sum hava bjargað fiskastovnunum undir Føroyum.
Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, er ikki samdur við prátinum um burðardygga fiskivinnu.
Hann heldur, at tá ið ICES- felagsskapurin, og onnur, tosa um burðardyga fiskivinnu, er týdningurin av fiskidøgum í hesum sambandi munandi yvirmettur.
Hann heldur nevniliga, at tað, sum hevur nógv størri týdning enn fiskidagarnir, eru tær økisfriðinginar, sum vóru settar í verk miðskeiðis í naístiárunum.
Sjálvur var hann formaður í Vinnunevndini, tá ið økisfriðingarnar vórðu settar í verk.
Tað leikaði hart á, at fáa økisfriðingarnar samtyktar í løgtinginum og hann sigur, at nú fiskiskapurin er so góður, høvdu tær neyvan verðið samtyktar.
? Økisfriðingarnar vórðu settar í gildið í 1994 og síðani tá hevur fiskiskapurin verið javnt góður og vit hava ongantíð áður havt so góðan og so støðugan fiskiskap í so nógv ár á rað, sum vit hava havt, síðani økisfriðingarnar vórðu settar í verk- og ídnaðarskipini vóru koyrd av grunnunum.
Hann nevmir dømi um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa.
?Tað var nakað væl at fáa av upsa í fiskaloysisárunum í fyrru helvt í nítiárunum, men hinvegin var tað at kalla eiðasørt til tosk og hýsu, tó so at siga onki var fiskað av hesum fiskasløgunum.
Men longu tvey ár eftir, at friðingarnar vórðu settar í verk, bragdaði aftur og í fiskiárinum 1996/ 1997 var fiskiskapurin eftir toski komin upp á 37.619 tons og fiskiskapurin eftir hýsu var komin upp á 11.095 tons.
Ì árunum eftir at økisfriðingarnar vórðu settar í verk, var fiskiskapurin eftir toski:
Ár Tons
1996/97: 37.619
1997/98: 27.119
1998/99: 19.294
1999/00: 18.656
2000/01: 27.097
Eftir hýsu var fiskiskapurin:
Ár Tons
1996/97: 11.095
1997/98: 19.852
1998/99: 18.898
1999/00: 15.317
2000/01: 14.000
Og fiskiskapurin eftir upsa var:
Ár Tons
1996/97: 15.957
1997/98: 22.281
1998/99: 28.201
1999/00: 33.308
2000/01: 37.240
Og tilsamans var fiskiskapurin hesi árini:
Ár Tons
1996/97: 92.722
1997/98: 101.694
1998/99: 94.851
1999/00: 96.484
2000/01: 107.759
Heini O. Heinesen sigur, at hetta er fullgott prógv fyri, hvussu stóran týdning, økisfriðingarnar hava havt, tí tá ið fiskiskapurin er so javnt góður yvir eitt so langt áramál, er tað ikki tilvildarligar broytingar í natúruni, sum eru orsøkin.
? Sjálvandi gongur upp og niður í natúruni, men tølini yvir fiskiskapin hesi seinastu árini prógva, at tað eru økisfriðingarnar, sum hava størstan týdning, tá ið fiskiskapurin skal stýrast.
Samstundis er studningurin tikin burtur og tað hevur gjørt sítt til, at ongi skip verða hildin i flotanum við kunstigum andadrátti og tað hevur so aftur lagað flotan til tað tilfeingi sum er.
? Tí er tað púra greitt, at verða økisfriðingarnar ikki tiknar við, ber tað illa til at tosa um burðardyggan fiskiskap. Men enn hevur ICES bara tosað um fiskidagar í hesum sambandi og tað ger teirra útsagnir ógvuliga ivasamar, tí at gloyma økisfriðingarnar í hesum sambandi er at leypa ov lætt um veruleikan, tí tað eru tær, sum hava nógv størstan týdningin fyri at syra fiskiskapinum.
Heini O. Heinesen sigur at við i hevur hann ikki sagt, at fiskidagaskipanin ikki stýrir fiskiskapinum.
? Men veruleikin er, at fiskidagaskipanin kom í gildið í 1996 og tá var fiskiskapurin longu batnaður sum eitt úrslit av friðingunum. Fiskidagaskipanin er heldur ongin avmarking í sær sjálvum, tí teir allarflestu bólkarnir fiska so nógvar dagar, teir kunnu, uttan at brúka allar dagarnar.
Heini O. Heinesen leggur afturat, at so leingi økisfriðingarnar eru í gildi, stúrir hann ikki fyri fiskastovnunum.