Eitt uppskot, sum skuldi fáa enda á bardøgunum í Irak, og sum Saudiarabia legði fram, er vrakað. Amerikanska stjórnin vil ikki góðtaka tað.
Fleiri arabisk lond hava seinastu dagarnar arbeitt fyri at fáa enda á krígnum í Irak, eftir at uttanríkisráðharrarnir í Arabisku Samgonguni á einum felags fundi mótmæltu álopinum hjá amerikanarum og bretum. Teir kravdu eisini, at álopið skuldi steðga beinanvegin.
Uppskotið, sum amerikanska stjórnin hevur vrakað, hevði Saudiarabia gjørt. Jordanski kongurin, Abdullah, hevur eisini arbeitt við einari friðarætlan saman við egyptiska forsetanum, Hosni Mubarak, og konginum í Bahrein, Hamad. Jordanski uttanríkisráðharrin segði í gjár, at uppskotið hjá kongi er ikki liðugt, men at tað ætlandi verður lagt fyri hinar arabisku stjórnirnar fyrsta dagin.