Í gjárkvøldið góðtók libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, eina friðarætlan, sum Afrikanska Samgongan legði fyri hann og libysku stjórnina. Tíðindini úr Tripoli ávirkaðu ávirkaði alt fyri eitt oljuprísin, so prísurin á norðsjóvarolju fór niður um 126 dollarar fyri tunnuna.
Teir seinastu tríggjar mánaðirnar er oljuprísurin hækkaður næstan 30 prosent, og greinarar siga, at norðsjóvaroljan er vorðin millum 25 og 30 dollarar dýrari orsakað av ófriðinum í Norðurafrika og Miðeystri.
Undan ófriðinum var oljuframleiðslan í Libya umleið 1,6 millión tunnur um dagin, men hon er minkað burtur í lítið og einki. Ein orsøk er, at uppreistrarmenninir hava havt ræðið á teimum stóru olju reinsiverkunum við Ras Lanuf og Marsa El Brege.
Friðaravtalan, sum Gaddafi góðtók í gjárkvøldið, verður nú løgd fyri uppreistrarmenninar.