Tað var sunnukvøldið, at tann sokallaða trygdarnevndin hjá ísraelsku stjórnini samtykti at banna palestinum at taka lut á ráðstevnuni í London, sum bretska stjórnin skipar fyri. Avgerðin varð tikin eftir tær báðar sjálvmorðsbumbuatsóknirnar í Tel Aviv sunnudagin, sum kostaðu 22 mannalív og særdu meiri enn hundrað fólk.
Bretska stjórnin er illa við av ísraelsku avgerðini. Talsmaðurin hjá Tony Blair, forsætisráðharra segði í gjár, at halda ísraelsmenn fast um avgerðina, er tað ein spurningur, um tað yvirhøvur loysir seg at halda ráðstevnuna.
Jack Straw, uttanríkisráðharri er sera harmur um ísraelsku avgerðina. Hann fordømdi mánadagin sjálvmorðsatsóknirnar í Tel Aviv, men mælti samstundis ísraelsku stjórnini til at umhugsa sína avgerð eina ferð afturat.
Sambært bretskum fjølmiðlum tosaði Straw í telefonini við ísraelska uttanríkisráðharran, Benjamin Netanyahu, mánadagin, og samrøðan skal hava verið rættiliga hvassorðað. Millum annað skal Netanyahu hava sagt, at tað ber ikki til at tingast við leiðarar, sum hava samband við yvirgang. Ísraelski uttanríkisráðharrin skal eisini hava biðið bretar spegla sær í amerikansku stjórnini og hennara uppfatan av tí, sum hendir í Miðeystri. Straw skal hava svarað, at ístaðin fyri at stríðast ímóti yvirgangi, hevnir Ísrael seg inn á palestinskar umboðsmenn.
Ætlanin við ráðstevnuni er at umrøða neyðugar nýskipanir innan palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnar og at tosa um eina varandi loysn av ófriðinum, sum nú hevur staðið við í 27 mánaðir. Tony Blair hevur boðið fleiri palestinskum leiðarum, men ikki Yasser Arafat, á ráðstevnuna. Harumframt hava umboð fyri ST, ES, USA og Russland fingið innbjóðing at koma til London.