Tað hevur verið lítið hjá løgregluni at gjørt í gjár og í nátt. Onkur húsaófriður og okkurt smávegis herverk er alt, sum komið í politirapportina. Sunnudagurin royndist løgregluni friðarligur, og einki soleiðis hevur verið at gjørt.
Annars var ein hending í Klaksvík um vikuskiftið, sum portalurin umrøddi í gjár, har ein maður varð stungin í búkin.
Men einki slíkt er hent seinnapartin av vikuskiftinum, verður sagt av løgreglustøðini.