Havnar Bóltfelag og partafelagið Havnar Fótbóltur høvdu bæði aðalfund í gjárkvøldið. Eingi stórmál vóru á skránni á fundinum, sum gekk bæði væl og friðarliga fyri seg. Einasta broytingin í bygnaðinum var, at Steinfinnur Mittelstein, sum júst hevur skift starv, ynskti at fara úr nevndini í P/F Havnar Fótbóltur. Eingin nevndarlimur varð valdur ístaðin, og telur nevndin nú Birgir Enghamar, formann, Bjarna Kyster, Øssur Sørensen og Eyðun Hansen. Í móðurfelagnum, HB, er nevndin enn sum áður soleiðis mannað: Birgir Enghamar, formaður, Niels Juel Arge, næstformaður, Helgi Nielsen, skrivari, og Liljan Hellisdal. Eykalimir eru Erling Eysturoy og Finn Ludvig.