Friðarligt vikuskifti í Suðuroy

Suðuroy

 

Jóhannus Magnussen, løgreglumaður í Suðuroy, sigur, at hetta vikuskiftið hevur verið stak friðarligt í oynni.

- Her hevur einki verið, og boð hava ikki verið eftir okkum til nakrar uppgávur av týdningi, sigur hann.

Hann heldur ikki, at tey nógvu tiltøkini hava verið í oynni í vikuskiftinum, men tiltøk hava kortini verið í TB-húsinum og í Gamla Pakkhúsi í Vági.

- Vit eru altíð tveir mans á vakt í vikuskiftinum, oftast ein útbúgvin løgreglumaður og ein eykamaður, sigur Jóhannus Magnussen.