Tá vit tosaðu við løgregluna í morgun varð sagt, at vikuskiftið hevur verið av teimum friðarligu. Tað er tó altíð okkurt at gera, og løgreglan hevur heldur ikki sitið hendur í favn.
Um hálvgum fimmtíðina leygarmorgunin var løgreglan úti til eitt harðskapsmál í miðbýnum í Havn. Ein maður varð skallaður niður, men tá vit høvdu fatur á løgregluni í morgun, dugdu teir ikki at siga hví so var.
– Motivið er ókent og eingin er handtikin, men vit hava okkurt at ganga eftir í hesum málinum, segði vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.
Nakrar tímar seinni – klokkan hálvgum átta – var løgreglan úti í eysturbýnum í Havn, har eldur var í eini kjallaraíbúð. Løgreglan sigur, at okkurt bendir á, at tað er eitt barn, sum hevur spælt við eld. Eldur kom í eina leiku, sum so festi í eina vatnslangu. Hol kom á hesa og vatnsprænurin stóð úr slanguni, sum sløkti eldin, men var orsøkin til, at íbúðin fekk nakað av vatnskaða, umframt nakað av roykskaða eisini var.
Koyrdi 145 km/t
Sunnunáttina steðgaði løgreglan ikki færri enn fýra bilum í høvuðsstaðarøkinum, har allir vístu seg at vera ávirkaðir. Aftrat hesum fingu nakrir bilførarar treytaða frádøming av koyrikortinum, tá teir vóru steðgaðir fyri at koyra ov skjótt í Norðoyatunlinum í gjár. Ein annar bilførari misti koyrikortið á staðnum, tá løgreglan máldi hann at hava koyrt 145 km/t á landsvegnum uttan fyri Hvalvík og Streymnes. Hesin mátti pent handa løgregluni lyklarnar til bilin, og so mátti onkur annar heinta hann seinni.
Annars sigur løgreglan, at teir eisini hava verið úti til húsaófrið, umframt at smærri herverk eisini eru framd í býnum.










