Friðarligt vikuskifti hjá løgregluni

Frá løgregluni verður sagt, at vikuskiftið hevur verið stak friðarligt. Okkurt smátt hevur verið, men eingi stórmál av nøkrum slag

Fríggjadagin regnaði illa, og tá varð løgreglan í Havn fráboðað um at olja rann út á sjógv í Tórshavn, men talan var um so smáar nøgdir, at einki varð gjørt við hetta.

Náttina til leygardagin varð løgreglan boðsend til húsaófrið, og í eysturbýnum varð herverk fram á ein bil, har ein rútur varð sorðaður.

Leygarkvøldið varð ein maður inni á støðini og svav rúsin av sær, umframt at onkur varð mistonktur fyri rúsdrekkakoyring. Viðkomandi varð tó ikki funnin.

Náttina til sunnudag varð boðað frá tónleiki, sum var til ampa, og í vesturbýnum varð ein bilur árendur, og og hin førarin rýmdi av staðnum. Hann varð tó funnin, og kann vænta sær eina heilsan frá fútanum.

Sunnumorgunin kom ein maður inn á støðina at sova.

Sunnukvøldið gjørdi ein springari landgongd á Signabø. Hesin fekst ikki á sjógv aftur, og varð tí skorin á háls í samráð við sýslumannin.

Í morgun varð boðað frá, at onkur hevur ripa ein stein gjøgnum ein rút á einum sethúsum í vesturbýnum.

Av Argjum varð eisini boðað frá, at ein bilur hevði rent á ein garð og ein pela, og varð síðani rýmdur av staðnum. Hetta sóu fólk tá tey komu upp, og tískil veit eingin at siga, hvør viðkomandi er, sum hevur rent á.


Runavík

Løgreglan í Eysturoynni hevur heldur ikki havt tað heilt stóra at gera um vikuskiftið. Fríggjadagin varð boðað frá, at onkur hevur stolið kavaraútgerð av skipasmiðjuni á Skála, og er talan um útgerð við stórum virði.

Leygaradagin varð eitt minni ferðsluóhapp á Glyvrum, her tveir bilar bóru við hvønn annan. Tað sama kom fyri í Skálafirði, har Fjarðafestivalur var um vikuskiftið.

Fríggjakvøldið varð onkur ónøgdur við »gorillahegnið« framman fyri stóra pallinum á Fjarðafestivalinum, og hetta varð so rættað.

Tvær ferðir hevur løgreglan í Eysturoynni verið kallað út til húsaófrið, og leygarnáttina vóru tveir mans farnir til hendurs í Fuglafirði, har tiltak var í Mentunarhúsinum. Einki meira var tó gjørt við hetta málið, og mennirnir funnu sjálvur útav at semjast.


Klaksvík

Í Klaksvík hevur eisini verið sera friðarligt um viksukiftið. Fríggjadagin varð ein leysur hundur tikin upp, og ein maður varð koyrdur til hús. Afturat tí vóru lastvognarnir, sum skuldu á Truckerfestivalin eskorteraðir gjøgnum býin. Harafturat var ein fullur maður til ampa, og varð so tikin.

Einaferð leygardagin vóru nakrir ungir mans steðgaðir í at heinta svampar á Norðoyri.

Leygarkvøldið varð boðað frá royki inni í bygninginum, har Barok og Pizza 67 húsast. Barok varð latið aftur, og roykurin kannaður, Tað vísti seg tó bert at verða ein lítil eldur í einum málara í kjallaranum, og talan varð bert um roykskaða.

Sunnumorgunin varð húsaófriður í Klaksvík, har feðgar vóru farnir til hendurs.

Eitt lítið ferðsluóhapp var eisini, har ein fótgangari varð árendur, og bilførarin rýmdi av staðnum. Hann er tó funnin og kann vænta sær eina heilsan frá fútanum.

Sostatt kann staðfestast, at vikuskiftið hevur verið sera friðarligt, hóast fleiri smærri og onkur størri tiltøk hava verið um vikuskifið.