Løgreglan í Tórshavn hevði ikki nógv at gera um vikuskiftið. Av politistøðini frætta vit, at tveir bilførarar vóru tiknir fyri rúsdrekkakoyring, ein leygardagin og ein sunnudagin. Haraftrat hevði ein persónur sovið rúsin av sær í klivanum. Umframt hetta varð eisini boðað frá, at gøtuóskil varð í Magnus Heinasonargøtu, tá 10 mans fór upp at skeldast. Politiið fekk tosað mennirnar til rættis, og so hendi ikki meir.