Samanumtikið hevur valstríðið í Sandoy verið friðarligt, sigur Anna Paulina Olsen, stjórnmálafrøðingur og búsitandi á Skarvanesi.
- Tað hevur verið ógvuliga friðarligt í Skopun, Skálavík og í Húsavík. Felags fyri øll trý støðini er, at tey hava ikki meirlutar og minnilutar. Tað stilla meir enn ein listi upp í t.d. Skopun, men í fleiri setur hevur tað verið arbeitt sum eitt felags bygdaráð, sigur Anna Paulina Olsen.
Tað hevur verið mest rikið á Sandi og har er tað eisini, at fólk hava merkt politiska reking best.
- Tað er ikki politisk uppstilling í Sandoy, men á oynni er tað heima á Sandi, at tað minnir mest um politiska uppstilling. Eisini er tað bara á Sandi, at tey hava havt ein pallborðsfund , so tað er okkurt, sum bendir á, at sandingar hava mest at kjakast um. Summi royndi at fáa ein pallborðsfund í Skopun, men tað var ikki undirtøka fyri tí, sigur Anna Paulina Olsen.
Sandoyingar skulu í morgin velja 22 bygdaráðlimir. Fimm limir skulu veljast ávikavíst í Skopun, Skálavík og Húsavík, umframt sjey limir, sum skulu veljast heima á Sandi.










