Friðarligt á vøllinum

Á Norðoyastevnu er vanliga nógvur fótbóltur á skránni. Vanliga verður spælt fríggjakvøld, allan leygardagin á tamb og sunnudag. Men í ár verður eitt sindur meira friðarligari á vøllinum.

Orsøkin er, at Føroyar spæla A-landsdyst ímóti Sveis leygardagin, og tá ið landsdystur er á skránni, leggur FSF ongar ungdómsdystir. FSF heldur fast um prinsippið, at øll skulu kunna fara til ein landsdyst í Føroyum.
Hetta merkir, at eingin ungdómsfótbóltur verður um vikuskiftið. Eisi ni 1. deild hjá monnum liggur still, men leygarkvøldið kl. 18.00 fara KÍ og HB at spæla steypadyst.