Klokkan 19:47 týskvøldið fekk politiið í Runavík fráboðan yvir alarmin. Ein bilur var farin av vegnum í Skálabotni.
Talan var um persónbil, ið hevði alt ov nógva ferð, sigur løgreglan í Runavík.
Bilurin kom úr Skálbotni, men kláraði ikki at steðga, tá hann nærkaðist landsvegnum við bensinstøðina. Hetta, hóast førarin stóð á bremsuni. Bilurin fór tískil yvir um landsvegin og kroystist inn í bakkan hinumegin.
Í bilinum vóru 3 mans, millum 19 og 20 ára gamlir. Teir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til eftirlit fyri heilaskjálvta og smærri snuddir. Løgreglan sigur, at rúsdrekka var uppí óhappinum.
Harðskapur
Um vikuskiftið var tiltak og dansur í høllini í Runavík. Klokkan 05:10 fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður var sligin í andlitið við eini fløsku, ið brotnaði, so hann skar seg illa. Eisini breyt hann nøsina.
- Maðurin dettur og fær síðani tvey spark í andlitið, sigur løgreglan, ið metir hetta sum ráðan harðskap.
Maðurin varð fluttur á sjúkrahús. Løgreglan veit, hvør framdi illgerðina, og viðkomandi hevur játtað seg sekan.
Løgreglan sigur, at ofta hendir slíkt úti og eftir dansin. Sunnudagin kom fráboðan til løgregluna í Runavík, at ein annar bardagi eisini hevði verið eftir dansin. Tveir mans høvdu sligist og talan var um smærri snuddir.