Bæði í Havn og í Klaksvík boðar løgreglan frá einum friðarligum vikuskifti. Okkurt smávegis var tó Um fýra tíðina leygarnáttina vóru nakrir mans farnir til hendurs, men tá løgreglan kom á staðið sissaðust menn. Tað var torført at fáa greiðu á, hvør hevði skuldina, og ongin ynskti at melda tilburðin
Sunnunáttina var ein bardagi í klubbagarðinum í Havn, beint eftir at dansistøðini lótu aftur. Men tá Løgreglan kom á staðið, sissaðust menn og fóru hvør til sítt.