Bæði í Hósvík og Nólsoy hava rættiliga nógv fólk verið í vikuskiftinum.
Fríggjakvøldið var stór regattasigling av Eiði, sum endaði í Hósvík, har dansur var til langt út á leygarnáttina – og í Nólsoy var ovastevnan í hæddini leygarkvøldið og sunnunáttina, har nøkur túsund fólk hildu stevnu.
Løgreglufólk vóru til arbeiðis í Nólsoy leygarkvøldið og sunnunáttina, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, høvdu tey ongar nevniverdar trupulleikar, hvørki í Hósvík, ei heldur í Nólsoy.
- Hóast nógv fólk var í Hósvík og í Nólsoy, hava vit einki beinleiðis mál við tilknýti til hesi bæði kvøldini, og vit halda, at fólk sum heild skikkaðu sær ógvuliga væl.
Fantastiskt arbeiði
Vakthavandi leggur aftrat, at samarittarnir hjá Reyða Krossi, sum bæði vóru við í Hósvík og í Nólsoy, gera eitt stórt og tryggjandi arbeiði, sum tey eiga stórt rós fyri.
- Hesi fólk eru við sínari útgerð til hjálpar, um okkurt er áfatt, og vit vita, at tey høvdu nakað at gera, tá onkur small um – ella hevði trupulleikar av øðrum slag.
Vakthavandi endurtekur, at samarittarnir gera eitt fantastiskt og tryggjandi arbeiði, tá slíkar stevnu eru.
- At síggja samarittarnir halda eyguni við, hvussu alt gongur, skapar heilt avgjørt ein tryggleika, sigur vakthavandi.
Friðarligt annars
Vakthavandi sigur, at farna vikuskifti annars var av teimum friðarligu.
- Vit hava havt okkurt harðskapsmál, onkur ferðsluóhapp hava verið, og onkur hevur koyrt við kenning, men hesar hendingar hava einki við regatta, ei heldur ovastevnu, at gera, sigur løgreglan.