Tað hevur verið rættiliga ófriðarligt í Pakistan, eftir at trygdardeildir skutu Akhbar Bugti, sum var ein av teimum leiðandi ættarhøvdingunum í landinum.
Myndugleikarnir vilja vera við, at Bugti var millum teirra, sum skipaðu fyri einari miseydnaðari morðroynd ímóti Pervez Musharaf, forseta í fjør. Tað er ikki greitt, um hetta var so, men í øllum førum hevur hann fjalt seg síðani. Men fyri nøkrum døgum síðani komu trygdardeildirnar fram á hann í fjøllunum og skutu hann.
Tíðindini um deyða hansara fingu fólk í túsundatali út á gøtuna at mótmæla. Í Karachi settu fólk eld á bildekk á fleiri av teimum týdningarmestu vegunum, og í Quetta tók løgreglan meiri enn 400 fólk. Í býnum Kalat brast ein bumba uttan fyri telefonstøðina, og aðrastaðni hava mótmælisfólk sett eld á handlar og bankar.