Partabrøv
Atlantic Petroleum kundi í seinastu viku boða frá, at felagið hevði keypt part í loyvi við West-Lennox og Crosby í írska havinum. Eitt loyvi, sum væntandi kann hava við sær, at fyrstu droparnir av olju fara at verða tiknir upp komandi heyst.
Onkur hevði kanska mett, at hetta fór at geva partabrøvunum hjá felagnum eitt skump uppeftir, men soleiðis hevur tó ikki verið.
Seinastu vikuna hevur handilin við partabrøvum hjá føroyska oljufelagnum verið ógvuliga avmarkaður. Samlaða upphæddin, sum handlað hevur verið fyri hesa seinastu vikuna, er einans 160 tkr., kursurin hevur støðugt verið á 308 hesar dagarnar.
Tað kann tó hinvegin eisini merkja, at eigararnir av partabrøvum nú ikki longur eru so áhugaðir í at selja, eins og møguligir keyparar kanska eisini bíða eitt sindur.
Tað tóktist annars verið ein greið gongd fyrstu vikurnar, at nógvir partaeigarar seldu burtur av partabrævagoymslunnum, tá prísurin fyrstu vikurnar tóktist kunstiga høgur. Ein kursur, sum ivaleyst var ávirkaður av, at talan her var um fyrsta oljufelag og fyrsta útlendska felag yvirhøvur, sum varð skrásett á Icex.
Tá kursurin var mestur, var hann soleiðis heilt uppi á 380, men bara góðan mánað seinni var hesin follin niður á 294. Hetta er tó framvegis væl hægri enn tað, sum innskotið var við seinastu kapitalhækkanina hjá felagnum. Tá var kursurin 264.
Hesa seinastu tíðina tykist tað tó, sum hevur príslegan stabiliserað seg. Og so er fyribils staðfestingin eisini, at metingin, sum varð gjørd, tá partabrøvini vórðu skrásett, hevur víst seg at halda rættiliga væl. Tá vórðu fyrstu handlarnir bodnir út fyri kurs 313.









