Ófriðarligt í Jordan

Í minsta lagi 16 fólk fingu skaða, tá mótstøðufólk og viðhaldsfólk hjá jordansku stjórnini brustu saman í høvuðsstaðnum Amman í dag. Nakrir løgreglumenn og onkrir tíðindamenn vóru millum teirra, sum fingu skaða. Tíðindastovurnar skriva, at løgreglan legði á tíðindamenninar, sjálvt um teir høvdu frámerki, sum vístu, at teir vóru har í arbeiðsørindum.

Sambært tíðindastovunum gingu umleið 2.000 fólk mótmælisgongu frá Al-Husseini-moskuni til ráðhúsið, har tey brustu saman við fleiri hundrað viðhaldsfólk hjá stjórnini.

Tíðindastovurnar skriva, at nógv mótmælistiltøk hava verið í Jordan teir seinastu mánaðirnar. Fólk krevja politiskar nýskipanir, og at myndugleikarnir steðga teirri stóru korrupsjónini.