Friðarligt í høvuðsstaðnum


 

Løgreglan í Havn hevði lítið og einki at taka sær av um vikuskiftið.

? Talan var um eitt stak friðarligt vikuskiftið, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Tað, sum løgreglan hevði á skránni, vóru nøkur fá smáting. Okkurt brotið bilspegl og líknandi.

Annars var fitt av fólk í býnum um vikuskiftið, men hesaferð spældi alt friðarliga av.