Friðarligt í Burma

Harðrenda framferðin hjá hernaðarstýrinum hevur eftir øllum at døma steðgað mótmælunum Líkt er til, at tey friðarligu mótmælistiltøkini í Burma eru í ferð við at hasa av. Í hvussu er siga tíðindastovurnar, at tað er friðarligt har í morgun.

Síðani gjáranáttina hevur herurin kringsett fimm av teimum stóru kleystrunum í býnum Yangon, og tað hevur havt við sær, at munkarnir sleppa ikki út at mótmæla.

Í gjár skutu hermenn eftir teimum mótmælandi, og sambært myndugleikunum doyðu níggju mótmælisfólk. Aðrar keldur vilja tó vera við, at talið á deyðum var nógv størri.