Tað hevur verið stak friðarligt á Brandstøðini í Havn seinastu árini um jól- og nýggjárshøgtíðirnar. Og í ár var einki undantak í so máta. Tvær ferðir vórðu boð send eftir sløkkiliðnum, men einu ferðina náddu teir ikki avstað, áðrenn neyðboðini vórðu avblást.
Einasta útrykningin um nýggjárið var tí til eini hús í Fjalsgøtu, har ein rakett hevði fest eld í takið.
Tey hoyrdu ein brest, men góvu sær ikki far um nakað fyrr enn ein tíma seinni. Tað vísti seg, at rakettin hevði fest í og hevði brent ein ledning av, og á tann hátt varnaðust tey í húsinum eldin, sigur vakthavandi á Brandstøðini í Havn.
Hetta er fyrstu ferð, at teir av Brandstøðini vóru úti síðani 29. november.
Hin tilburðurin var á Argjum, har ein rakett eisini hevði fest í eina húsatekju. Har varnaðust fólk tað tó beinanvegin, og tey gjørdu kjótt av, smekkaðu ein stiga upp og fingu síðani sløkt eldin við einum eldsløkkjara.
Vitjanir ávirka
Sløkkiliðið var úti í gjár aftur, men hetta var eftir áheitan frá løgregluni um at sløkkja eitt risastórt bál úti við Handilsskúlan. Talan var um eitt bál, sum varð tendrað nýggjársaftan, men sum framvegis brendi í ljósum loga seinnapartin í gjár.
Vit sprændu eini 25 tons av vatni á, men ikki fyrr enn vit fóru við einari gravkúgv og rystu í rúgvuni, og so aftur sprændu vatn á, bar til at fáa bálið sløkt, sigur vakthavandi.
Tað tók sløkkiliðnum einar fýra-fimm tímar at sløkkja bálið.
Annars hevur sum nevnt verið ógvuliga friðarligt seinastu árini, og ein av orsøkunum, heldur vakthavandi, er, at barnagarðar gjøgnum longri tíð hava vitjað á støðini, har tey hava fingiðfrálæru í at ansa eftir eldi, eins og tey eru sloppin at sløkkja eld og royna bilarnar.
Hetta hevur sett síni spor hjá teimum og tey hava tikið tað við sær gjøgnum barndómin inn í vaksna lívið.
Men eisini roykvarnarar og eldsløkkjarar finnast nú í nærum hvørjum húsi, og tað merkir, at fólk hugsa meiri um eld enn tey hava gjørt.