Friðarligastu jól í 25 ár

Vakthavandi segði eftir politistinum, hann loysti av klokkan 7 í morgun, at hesin ikki hevði upplivað so friðarlig jól tey 25 árini, hann hevur verið politistur. Har var snøgt sagt einki at frætta í so máta.

Hinvegin hevði nógvi vindurin ávirkað nakað, og okkurt smávegis var hent við onkrum skelti, sum er bognað og annað smávegis.

Annars siga tey ikki og hungra á politistøðini um jólini. Jóloaaftan var dunna á skránni, og í dag hava tey, sum eru á vakt, keypt sær kjøt, sum kvinnuligu politistarnir – ið eisini eru dugnaligir í einum køki – gera til.

Vaktirnar eru rættiliga drúgvar, frá sjey á morgni til 19 á kvøldi, meðan náttarvaktirnar eru frá 19 á kvøldi til sjey á morgni.

Hartil fáa vit so eisini ein góðan morgunmat, sigur vakthavandi á politistøðini.