Friðarlig tjóðhátíð

Íslendingar hátíðarhildu í gjár, 17. juni, tann árliga tjóðardagin við einum hópi av tiltøkum kring landið.

Tey størstu tiltøkini vóru sum vera man í Reykjavík, og sambært Morgunblaðnum vóru millum 20.000 og 30.000 fólk í miðbýnum har, tá tað almenna hátíðarhaldið endaði í gjárkvøldið. Kortini var hátíðarhaldið friðarligt. Løgreglumenn gingu millum fólkið alla tíðina, men sambært Morgunblaðnum høvdu teir lítið at takast við.