Friðarlig ársbyrjan

Tað hevur verið sera friðarligt um nýggjarsleitið, upplýsir vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Hóast mong nýttu høvið at fara inn í nýggja árið við fýrverki og tí sum hartil hoyrir, hava fólk yvirhøvur skikkað sær væl, og hava ikki tikið óráð fyri.

Onkustaðni varð boðað frá húsaófriði, onkur var funnin sovandi í býnum, onkur svav rúsin av sær á Politistøðini.

- Men hetta var kortini ikki meiri enn eitt vanligt vikuskifti, verður sagt.