- Her hjá mær er Norðoyastevnan altíð friðarligt.
Eliesar Sørensen býr nakað uttarlaga í Klaksvík, og nú Norðoyastevnan stendur fyri durum, er natúrligt at spyrja hann um hesa stevnuna.
- Her er altíð friðarligt. Faktiskt ongatíð so friðarligt sum júst, tá stevnan er, sigur hann.
Hann plagar at lurta eftir útvarpinum, tá kappróðurin er. Úr køksvindeyganum sær hann næstan á málið, men má hoyra bátarnar taka tey seinastu tøkini umvegis útvarpið.
- Tað vísir seg, at tá teir seinastu bátarnir eru farnir inn um her hjá mær, tá er friður.
- Alt virksemið í sambandi við stevnuna er jú harinni, og tí koma bert fáir bilar út aftur her á Stengurnar, sigur hann.