Friðarlig nátt á brandstøðini

Nýggi leiðarin hjá sløkkiliðnum í Klaksvík, Finn Hansen stóð fyri síni fyrstu stóru uppgávu í nátt.
Boðað varð frá ógvusligum vindi úr eini ætt, sum ikki er so góð norðanfyri. Nakað eftir kl. 01 var sløkkilið aftur boðsent.

Klaksvík: Eg var júst liðugur við at skimma Norðlýsið ígjøgnum, tá telefonin ringdi.
Her var bara eitt at gera: Aftur á støðina!
Tá henda telefonin ringir soleiðis í eini ódnarnátt, er tað eitt greitt tekin um, at nú er brúk fyri góðum sløkkiliðskreftum til einhvørja neyðstøðu.
Lítla løtu seinni var hesin maðurin og allir hinir í sløkkiliðnum á støðini, og kundu fara undir enn eina uppgávu farnu nátt.
Boð vóru nevniliga komin norðan úr Norðdepli. Ein presending, sum varð løgd á eini sethús fyrr í vikuni, var við at fara. Varð ikki borið skjótt at, kundi skaði standast av hesum.
Hetta var aðru ferð at teir vóru í Norðdepli í hesum umfarinum. Men annars var talan um eina róliga nátt hjá sløkkiliðnum í Klaksvík.

Flak og ættir
Boðað varð frá nógvum vindi, og tí hevði sløkkiliðið fyrireikað seg upp á tað, sum henda kundi.
Kl. 21 fingu teir fyrstu boðini: Ein neystatekja í Norðdepli stóð til at fara. Neyðugt var at tryggja hana av nýggjum.
Menn óttaðust fyri, at tekjan skuldi ríva av hesum neystinum. Mett varð, at hon fór ikki at klára eina slíka ódn aftrat.
Tað var nógvur vindur hesa løtuna, og arbeiðið var eitt sindur trupult í teimum hvøssu hvirlunum. Men við skilvísi og royndum gekk hetta eisini eftir ætlan.
Menn savnaðust nú aftur á støðini fyri at tosa um tað sum var hent. Teir høvdu ikki bíðað leingi, fyrrenn ein hvítur flamingokassi var borin inn á støðina.
Onkur merkti beinanvegin angan av steiktum flaki. Rætt var: Í kassanum lá steikt toskaflak við eplum, og tað var ikki frítt, at hetta kom væl við hjá monnum.
Meðan teir soleiðis sita og eta støkkur fólk inn á gólvið fyri líkasum at fregnast um, hvat teir hava tykist við fyrr um kvøldið. Ein teirra er havnafútin, og við honum á støðini fall prátið heilt natúrliga inn á veður og ættir.
Nakað seinni helt ein teirra, at hesin skáin átti at nýtast til okkurt skilagott.
Kom, latum okkum strekkja búkvøddarnar eina løtu. Hygg, dartið hongur á vegginum!
Jú, tað vóru menn sinnaðir til. Og soleiðis gekk spælið eina løtu.

Aftur á sama stað
Tá liðið er væl út um midnátt helt støðleiðarin fyri, at menn kundu bara fara til hús. Einki stórvegis var hent higartil í tí nógva vindinum, men menn skuldu bara vera klárir við tilkalling.
Sum sagt so gjørt. Menn fór til húsa um eitt-tíðina, men vóru ikki komnir meiri enn til húsa aftur, tá telefonin ringdi.
Eg hevði júst sett lykilin í úthurðina, tá teir ringdu. Her var bara eitt at gera: Avstað á støðina!, sigur ein teirra.
Boð vóru nevniliga komin enn einaferð úr Norðdepli. Fyrru ferðina var tað ein neystatekja. Hesa ferð ein presending á einum sethúsum frá seinasta stormi og sum var farin at leka aftur.
Fýra mans fóru beinanvegin avstað norður í Sund at tryggja hesa tekjuna. Meðan teir eru á tekjuni komu næstu boðini: Klædningurin á einum sethúsum í Klaksvík var um at loysna.
Neyðugt var at tryggja pláturnar, so tær ikki skuldu detta av og forvolda skaða á onnur hús. Hesa løtuna var ikki so nógvur vindur, men hinvegin so oysti regnið niður.
Enn einaferð eydnaðist tað monnum at tryggja seg ímóti at skaði kom á húsini.

"Lukket og slukket"
Klokkan er nú vorðin 02:45, og menn eru afturkomnir á støðina.
Fyri teimum á borðinum stendur nú nýgjørt kaffi og restirnar av flakadøgverðanum fyrr um kvøldið. Hetta kom sum vera man væl við hjá monnum.
Prátið gongur um tað sum teir hava arbeitt við í nátt. Lagið var gott á monnum og láturin rungaði í høll.
Tíbetur hendi ikki meiri hetta kvøldið, og kl. 03:15 fóru menn til húsa. Seinasti maður stongdi og sløkti á støðini.
Ein ódnarnátt var farin aftur um bak. Ein nátt, sum tíbetur ikki forvoldi teir stóru skaðarnar í Norðoyggjum.