Friðarlig jól hjá løgregluni

Politistøðirnar kring landið lata sera væl at jóladøgunum, sum júst eru farnir afturum bak

Tað hevur ikki verið nógv hjá politinum at gera um jólini. Politistøðirnar kring landið hava ikki havt meira at gera enn vanligt er, sjálvt um nógv fólk hava verið í býnum.
Í høvuðsstaðnum hevur verið rættiliga friðarligt. Leygarkvøldið var onkur tó farin til hendurs uppi við Badmintonhøllina, men tað kom skjótt í rætt lag aftur.
Annars lata hinar politistøðirnar somuleiðis væl at jóladøgunum. Eini tveir førarar eru tiknir fyri sprituskoyring, og í Suðuroynni var ein lítil eldur í einum sethúsum. Har var tó lítil skaði.
Politiið í Havn upplýsir eisini, at tað eru fleiri, sum hava ringt yvir alarmsentralin, tí tey eru dottin og komin til skaða í hálkuni.