Friðarlig jóansøka

Løgreglan í Suðuroy hevur ikki havt meira at gera enn vant, hóast nógv fólk hevur verið á jóansøku í Vági um vikuskiftið.
Tveir mans hava sovið rúsin av í klivanum, og løgreglan steðgaði tveimum bilførarum, sum vórðu tiknir við á støðina at geva blóðroynd, tí løgreglan metti, at teir høvdu koyrt ávirkaðir.
Løgreglustøðin hevði annars fingið fólk úr øðrum oyggjum at hjálpa sær at halda skil á stevnuni, men hetta vísti seg ikki at vera neyðugt á hesum sinni. Ein óvanliga friðarliga jóansøka, hóast veðrið var av tí besta allar dagarnar, sigur vakthavandi á Tvøroyri.