Friðarlig forðing í Lorvík

Arbeiðarafeløgini í Lorvík, Gøtu og Fuglafirði eru aftur farin at forða farmaflutningi á Lorvíkskai

 

Mánanáttina fóru arbeiðarafeløgini kring landið aftur undir forðingar á støðum, har vanliga nógvar farmaflutningur er.

Á Lorvíkskai fóru arbeiðsfólk úr Lorvík, Gøtu og Fuglafirði aftur undir at sína forðing.

Í gjáramorgunin varð ein vørubilur, sum kom úr Klaksvík steðgaður, áðrenn hann slapp í land, og hann mátti tí fara aftur til Klaksvíkar.

Verkfalsfólkini steðga bara vørubilum, meðan persónbilar sleppa ígjøgnum forðingina uttan at verða kannnaðir, soleiðis sum annars varð gjørt, áðrenn løgreglan legði uppí í farnu viku.


Einki rusk

Umfamt farmaflutningin verður flutningurin av ruski eisini raktur av forðingini í Lorvík.

IRF í Norðoyggjum fær ikki flutt ruskið á brennistøðina í Lorvík, og tí er innsavningin av ruskinum í Norðoyggjum steðgað.

Allar bingjur hjá IRF í Norðoyggjum eru á tremur, og tí sleppa hvørki húsarhald ella virki av við ruskið hjá sær í hesum døgum.

IRF hevur latið fólkið fleiri rusksekkir, so tey kunnu goyma burturkastið við hús, til verkfallið er av.


Friðarligt

Tá vit tosaðu við Lorvíkar Arbeiðsfelag fyrrapartin ígjár, høvdu tey einki sæð til løgregluna.

Forðingin í Lorvík hevur ikki havt við sær stóru øsingina.

Tað hevur fyri tað mesta gingið friðarliga fyri seg, og verkfalsfólkini halda, at tey, sum fara um Lorvíkskai, eru fyrikomandi og duga at handafara serligu støðuna.

Verkfallsfólkini siga eisini, at tey royna sum frægast at halda støðuna friðarliga og ikki órógva fólk óneyðuga nógv.