Fyri einum lítlum tíma síðani handaði formaðurin í norsku Nobel-nevndini, Thorbjørn Jagland, Evropasamveldinum ársins friðarheiðursløn.
Tað vóru ES-forsetin, Herman van Rompuy, ES-nevndarformaðurin, Jose Manuel Barroso, og formaðurin í Evropatinginum, Martin Schulz, sum tóku ímóti heiðursbrævinum og heiðursmerkjunum. Aftaná hildu Herman van Rompuy og Jose Manuel Barroso takkarrøðu.
Tann reyði tráðurin í røðunum hjá teimum báðum og røðuni hjá Thorbjørn Jagland var, hvussu stóran týdning ES hevur havt fyri gongdina í Evropa síðani seinna heimsbardaga. Teir umrøddu eisini støðuna í dag við stórum búskaparligum trupulleikum, og tey bæði ES-umboðini vissaðu áhoyrararnar um, at ES fer eisini at loysa hesar trupulleikarnar.










