Ein sokallaður friðarfundur í afghanska høvuðsstaðnum Kabul í morgun fekk ein bráðan enda, tá skot og spreingingar noyddu Hamid Karzai, forseta at rýma úr fundarhølinum. Ætlanin var, at forsetin skuldi halda røðu fyri umleið 1.600 luttakarum, sum vóru komnir saman at tosa um møguleikarnar fyri at tingast við Taliban um frið.
Eygnavitni greiddu frá, at ein rakett brast beint við eitt stórt tjald, sum skal hýsa fundarfólkinum teir næstu dagarnar. Millum luttakararnar eru fleiri av teimum ovastu politisku og átrúnararligu leiðarunum í Afghanistan.
-Tað er eftir øllum at døma onkur, sum roynir at skapa frið við einari rakett, segði Karzai, tá trygdarmenninir fóru við honum.