Tað kom ikki sørt óvart á mong, tá norska Nobel-nevndin í gjár kunngjørdi, at hon hevði gjørt av at lata iransku mannarættindastríðskvinnuni Shirin Ebadi ársins friðarheiðursløn.
Undan fráboðanini væntaðu tey flestu, at annaðhvørt Jóhannes Páll pávi ella fyrrverandi kekkiski forsetin Vaclav Havel fór at fáa heiðurin í ár, men tað vóru eisini tey, sum nevndu júst Shirin Ebadi sum eitt evni.
Nobel-nevndin sigur í sínum grundgevingum, at Shirin Ebadi hevur verið undangongufólk í arbeiðinum at útvega iranska fólkinum demokratisk viðurskifti og at verja mannarættindini. Hon er ikki bara ein fyridømi fyri sínar samsintu landsmenn, men fyri øll, sum stríðast fyri demokratii og mannarættindum allastaðni kring heimin.
Nobel-nevndin dylir í grundgevingunum heldur ikki fyri, at avgerðin at lata Shirin Ebadi heiðurslønina er ætlað at skunda undir størri demokrati og betri mannarættindi, har hei viðurskifti ikki finnast í dag.
Shirin Ebadi segði við norska sjónvarpið í gjár, at hon var sera fegin um at hava fingið Nobel-friðarheiðurslønina, og hon segði seg vóna, at avgerðin hjá norsku nevndini fer at fáa ávirkan á arbeiðið fyri demokratii og mannarættindum.
Shirin Ebadi er tann fyrsta muslimska kvinnan, sum fær friðarheiðursløn Nobels.