Friðaravtala fingin í lag í Mali

Stjórnin í vesturafrikanska landinum, Mali, og tuareuppreistrarmenninir eru komin ásamt um eina friðaravtalu. Tað upplýsir samráðingarleiðarin hjá stjórnini, Tiebile Drame.

Friðaravtalan gevur møguleika fyri, at stjórnardeildir aftur kunnu fara til býin Kidal, har norðuri í landinum, áðrenn val verður hildið í juli.

– Avtalan er klár at verða undirskrivað, sigur Drame við altjóða fjølmiðlar.

Borgarakríggið í Mali tók seg upp í januar í 2012, og hava uppreistrardeildirnar stríðst ímóti stjórnarherinum, tí tær vilja hava norðara partin av Mali at loysa frá restini av landinum.

Millum annað hevur eitt statskvett verið, umframt at serliga franski herurin legði uppí fyri at gera ein enda á ófriðinum, og nú røkist eftir øllum at døma fyri, at friður kann verða aftur.