Friðarætlanin vrakað

Uppreistrarleiðararnir í Libya vrakaðu seinnapartin friðarætlanina, sum ein sendinevnd hjá Afrikonsku Samgonguni hevur evnað til, og sum Muammar Gaddafi góðtók í gjárkvøldið. Sendinevndin var í Benghazi í dag og legði friðarætlanina fyri uppreistrarleiðararnar, men aftan á fundin boðaði formaðurin í sendinevndini, suðurafrikanski forsetin Jacob Zuma, frá, at ætlanin var vrakað.

Uppreistrarleiðarin Abdul Jalil segði við tíðindafólk, at tað er eitt ófrávíkiligt krav, at Gaddafi og hansara stýri skulu frá.

-Tað stendur ikki í friðarætlanini, og tí kunnu vit ikki góðtaka hana, segði hann.

Sambært Jacob Zuma hevði friðarætlanin havt við sær, at bardagarnir høvdu steðgað, og at NATO hevði steðgað sínum bumbuálopum.