Friðaligt PRIX

Løgreglan í Eysturoy sigur frá friðaligum PRIX Føroyar tiltaki í Fuglafirði leygarkvøldið

PRIX Føroyar tiltakið í Fuglafirði leygarkvøldið var friðaligt, sigur løgreglan í Runavík.
Ein bilføari varð tikin fyri at koyra ávirkaður í Fuglafirði leygarkvøldið. Og í Runavík var onkur, sum vildi slppa ein biltúr, men eftir øllum at døma manglaði ein bil at koyra í. Tískil varð ein bilur stolin í Runavík, men rættiliga skjótt eftir tað funnin koppaður á vegnum í Rituvík, sigur vakthavandi í Runavík. Eingin er tikin í samband við ta hendingina.