Friðalig høgtíð

Politistøðirnar kring landið siga frá friðaligum páskum. Einki stórvegis út yvir tað vanliga hevur verið á skránni, verður sagt

Í Klaksvík bakkaði ein bilur á ein annan um páskirnar. Bilførarin rýmdi, men kom tó aftur seinni. Tá tosaði løgreglan við mannin, sum var ávirkaður av rúsdrekka. Okkurt smávegis kom upp á bilarnar, verður sagt av politistøðini í Klaksvík.

Um skírishalguna var eitt heldur álvarsligari ferðsluóhapp í Klaksvík, har tveir bilar stoyttu saman. Onkur persónur varð fluttur á sjúkrahúsið, men sum skilst á vakthavandi í Klaksvík var eingin stórur mansskaði. Men bilarnir fóru illa. Annar varð tikin á politistøðina, og skuldi kannast á Bileftirlitinum, tá Sosialurin tosaði við politistøðina í Klaksvík í gjár. Heilt greitt var ikki, hvør orsøkin til óhappið var, men sagt varð av politistøðini, at líkt var til, at tað var kappkoyring. Millum hús.

Annars hevur løgreglan í Klaksvík steðgað nógum bilum á páskum, men har var alt, sum tað átti.

Í Havn sigur løgreglan frá trimum tilburðum við húsaófriði mikukvøldið í páskavikuni. Nakað av fullum fólki hevur verið í býnum um høgtíðina, og okkurt smávegis herverk hevur eisini verið. Onkur rútur er brotin og tílíkt, sum ofta fylgir við fullum fólki, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Um skírishalguna vóðru ferðslukanningar gjørdar. Skírisdag var løgreglan inni á Sundi við radaranum. Har vórðu tríggir, sum koyrdu so skjótt, at koyrikorti verður tikið. Tveir koyrdu 118 kmt., meðan ein var heilt uppi á 148 kmt. Langafríggjadag vórðu kanningar gjørdar millum rundkoyringina í Kollafirði og bergholsmunnan. Har var ein, sum náddi 111kmt. og tí eisini kann vænta at missa koyrikortið.

Í aðrar mátar var friðaligt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Sama hevur verið aðrastaðni í landinum.