Fresh Link: Eingin fráferð á ólavsøku

Á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya sigur felagið aftanfyri feskfiskaflutningin millum Føroyar og Scrabster, at eingin fráferð verður úr Føroyum mánadagin 28. juli Tað er felagið Fresh Link, sum leigar og rekur kølifarmaskipið Silver Fjord, fyrrverandi Star Saga, sum siglir av Toftum mánakvøld og fríggjakvøld við feskum fiski og laksi.

Silver Fjord hevur longu havt nakrar fráferðir úr Føroyum, og á fyrstu ferðini hevði skipið 170 tons av feskum fiski og laksi.

Feløgini, sum hava stovnað P/F Fresh Link, eru P/F Valhalla á Toftum og P/F Rainbow Seafood í Havn. Andreas F. Hansen er nevndarformaður, og stjóri er Ingun Olsen.

Silver Fjord er bygd á Skála Skipasmiðju í 1984 og umbygd í Noregi fyri sløkum 10 árum síðan. Endamálið við farleiðini millum Føroyar og Scrabster er at veita føroyskum feskfiskaútflytarum eina rættstundis flutningsleið niður á evropeiska marknaðin.