Frensur fekk hvørki vátt ella turt í 39 dagar

Jydske Vestkysten skrivar í dag um ein frens, sum yvirlivdi 39 samdøgur uttan at fáa mat ella vatn.

 

Jørgen og Karin Asta Overbjerg Lildballe búgva í Emmerlev Klev í Suðurjútlandi og her hava tey bæði hundar og kettur sum húsdjór. Men, ein dagin var frensurin Felix burtur, og í 39 samdøgur visti eingin, hvat hann var. 

Men, ein dagin ringdi ein granni, sum hevði funnið ein frens millum nakrar ballur í einari hoyløðu og vildi vita, um hetta var Felix. Frensurin var endaður millum nakrar ballur og var ikki sloppin upp aftur.

- Vit høvdu leitað víða um eftir Felix, og vit høvdu eftirlýst frensin ymsastaðni. Men, at enda væntaðu vit ikki at finna hann aftur á lívi. 

Men, so ein dagin ringdi telefonin. Tað var ein granni, sum hevði funnið Felix.

- Eg gjørdist glað, men ivaðist ikki í, at grannin fór at siga, at frensurin var deyður. Men, tað var hann ikki, tó at hann hvørki hevði fingið mat ella drekka í heili 39 samdøgur.

Karin sigur við Jydske Vestkysten, at frensurin kann hava fangað eina ella tvær mýs hesar vikurnar, men hann hevur so í øllum førum ikki fingið nakað at drekka.

Hjúnini fóru beinanvegin til djóralækna við frensinum, og tá vísti tað seg, at Felix hevði mist 90 prosent av sínari vekt. Tá hann hvarv, vigaði hann 7,5 kilo, og nú hann kom afturíaftur, vigaði hann einans 600 gramm.

- Eg gjørdist ræðslusligin, tá eg tók frensin upp, tí eg merkti slett ikki, at her var nøkur vekt yvirhøvur. Eg hugsaði, at hetta fer ongantíð at ganga, og eg dugdi slett ikki at skilja, at hetta var frensurin hjá okkum.

Karin sigur, at sum tíðin leið, og Felix hevði fingið ta læknahjálp, sum var neyðug, soleiðis sum støðan var, ernaðist frensurin aftur, og í dag vigar Felix trý kilo.

- Tað verður sagt, at ketta hevur níggju lív, og eg trúgvi, at Felix hevur brúkt hálvt níggjunda. Men, nú hevur frensurin tað gott heima hjá okkum aftur, leggur hon aftrat í samrøðu við Jydske Vestkysten.