Varaforsetin í altjóða fótbólts-hagfrøðingasamtakinum, IFFHS - International Federation of Football History & Statistics skal nú kanna, um nakar landsliðsmálmaður, sum hevur spælt ein FIFA-skrásettan A-landsdyst hevur verið eldri enn Jákup Mikkelsen, sum var 42 ár og 1 dag gamal, tá hann vardi føroyska málið ímóti Ìslandi í Reykjavík.
Varaforsetin í International Federation of Football History & Statistics er úr Danmark, og hann eitur Jørgen Nielsen. Jørgen Nielsen er kendur fyri at hava sera stórt innlit, og tí verður spennandi at vita, um hann kann fáa staðfest, at Jákup Mikkelsen eigur aldurs-heimsmetið, sum tann elsti málverjin í einum FIFA-skrásettum A-landsdysti nakrantíð.
Sportalurin sendi fyrst fyrispurningin til kenda danska fótbóltshagfrøðingin, Palle "Banks" Jørgensen, men Palle "Banks" Jørgensen metti, at tað var best, at International Federation of Football History & Statistics fær staðfest um føroyski Jákup Mikkelsen hevur metið.
Á myndini sæst Jørgen Nielsen, varaforseti í International Federation of Football History & Statistics saman við høvuðsvenjaranum hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson.