KAPPRÓÐUR
Jóansøkan vendi upp og niður upp á úrslitini, tá ið vinnararnir verða sammettir við bátarnar, sum vunnu á Eystanstevnu.
Í teimum sjey FM kappingunum var tað bara í tí eina førinum, at sami bátur vann bæði á Skálafjørðínum og á Vágsfirði. Dreingirnir umborð á 5-mannafarinum Rituni norðan úr Sundi vóru bestir á Skálafjørðinum, og teir vunnu aftur í Vági.
Í øllum hinum kappingunum var talan um annan vinnara enn á Skálafjørðinum. Riddarin úr Miðvági vann kappingina millum 6-mannafør við kvinnum á Skálafjørðinum. Hesa ferð var Jarnbardur bestur.
Hetta var fyrsta ferðin, at Jarnbardur við kvinnum vann í ár. Tey bæði undanfarnu árini vunnu kvinnurnar umborð á Jarnbardi allar sjey róðrarnar. Í fjør vann eisini 8-mannafarið Nevið Reyða allar sjey FM róðrarnar.
Í fyrraárið vóru kvinnurnar umborð á Jarnbardi tær einastu, sum vunnu allar róðrarnar. Í 2003 var tað, sum tað er í ár. Eingin manning vann allar róðrarnar. Næst við var 8-mannafarið Ørvur. Teir vunnu seks teir fyrstu róðrarnar. Á Ólavsøku mistu teir fremsta plássið, sum Kvívíkingur streyk avstað við. Ørvur varð nummar tvey á Ólavsøku, og úrtøkan var tískil 47 stig fyri tað róðrarárið.
Einki vestur í Vágar
Á Eystanstevnu vunnu bátar vestan úr Vágum allar tríggjar kappingarnar millum kvinnumanningarnar. Umframt Riddaran úr Miðvági, sum hesa ferð noyddist at lúta fyri Jarnbardi, vann Ørnin úr Sandavági róðurin millum 5-mannafør við kvinnum á Eystanstevnu og Frúgvin úr Miðvági genturóðurin. Hesa ferð noyddust hesir bátarnir at lúta. Ørnin, sum hevði vunnið tríggjar tær fyrstu ferðirnar, noyddist at lúta fyri Sílinum, og Frúgvin noyddist at lúta fyri Havfrúnni.
Felagið, sum stóð seg best av øllum í Vági, var Kappróðrarfelagið NSÍ. Eftir vónbrotið í heimasjógvi, tá ið eingin manning hjá hesum felagnum vann, vóru teir aftur fremstir í tveimum kappingum. Sølmundur var frammanfyri Sundabátin, og fram um alt hevði tað týdning fyri Kappróðrarfelagið NSÍ, at tað eydnaðist Eysturoyingi at vinna, eftir at flaggskipið hjá eysturoyingum so at siga ikki tók lut í kappingini, tá ið teir skuldu royna seg í heimasjógvi.
Knørrur kiksaði á Skálafjørðinum, eftir at hann hevði vunnið tvær tær fyrstu ferðirnar. Hesa ferð settu teir umborð á Knørri Ørv, sum vann á Skálafjørðinum, so rudduliga upp á pláss.
FM favorittar
Dreingirnir umborð á Rituni hava vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar, og teir eru greiðir favorittar at vinna FM.
Knørrur má roknast sum favorittur at vinna kappingina millum 8-mannaførini, og Sølmundur er eftir tríggjar ferðir fulla úrtøku favorittur í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.
Í hinum kappingunum er tað so mikið tætt og úrslitini so mikið óstøðug, at tað illa ber til at vísa á upplagdan FM kandidat.
Ofta hevur tað verið soleiðis, at bátar so at siga hava tryggjað sær FM heitið í triði síðstu kappingini. Hon verður á Fjarðarstevnu í Vestmanna annan leygardag, 8. juli. So verður róð á Vestanstevnu í Sandavági 15. juli. Tað tykist vera góður møguleiki fyri, at fleiri kappingar ikki fara at verða avgjørdar fyrrenn í ólavsøkuróðrinum á Havnarvág ólavsøkuaftan 28. juli.