Fremstifingur átti at vent inneftir

Síggi í blaðgrein at fyrrverandi vinnumálaráðharrin hevur fremstafingur á lofti mótvegis innlendismálaráðum viðvíkjandi prinsippum um almen útboð.

Lætt er at hava fingrar á lofti, men tað hevði verið meiri hóskiligt, at fyrrverandi vinnumálaráðharrin, nú løgtingskvinnan Bjørt Samuelsen hevði tikið í egnan barm og greitt frá, hví hon ikki raðfesti at seta arbeiðið í gongd við at smíða lóggávu um alment útboð. Sitandi vinnumálaráðharri hevur nú sett hetta arbeiðið í gongd, sum væntandi verður liðugt innan stutta tíð, soleiðis at vit fáa lógaráett krøv hesum viðvíkjandi. Eftirsum vit enn, ikki hava nakra lóg um alment útboð, so hevur Innlendismálaráðið latið gjørt reglugerð fyri stovnin Landsverk, sum stendur fyri stórum pørtum av almennu íløgunum, har reglur verða settar til stovnin um, at alt arbeiði, sum stovnurin stendur fyri skal bjóðast út í almennum útboði, bæði hvat viðvíkur projektering og sjálva byggingina. Hendan reglugerðin verður væntandi sett í gildi innan stutta tíð, eftir at hon hevur verið til hoyringar hjá vinnuni.
Hvat viðvíkur Skálafjarðartunlinum, so kennir Bjørt Samuelsen væl forsøgnuna til hesa verkætlan. Tað var longu í 2007, at Løgtingið samtykti, at samráðast skuldi við eitt ávíst partafelag og ikki fleiri partafeløg og somuleiðis stendur hetta eisini beinleiðis skrivað í samgonguskjalinum. Í lógaruppskotinum, ið varð samtykt í Tinginum í vár varð tó sett eitt evsta mark fyri, hvussu leingi hendan samráðingartilgongdin kundi verða við hetta ávísa partafelagið. Hetta evsata mark er 1. desembur í ár og um so er, at sáttmáli ikki er undirskrivaður við hetta felagið, verður heimilað landsstýrinum at bjóða uppgávuna at standa fyri hesari verkætlan út alment. Hetta má á ongan hátt skiljast sum, at projekteringin og byggiarbeiðið ikki verður bjóðað út við verandi , tað verður tað sjálvsagt.