Fremmandur maður á vøllinum

Trygdarfólkini varnaðust ikki mannin, sum fekk eina selfie við Ronaldo - á vøllinum!

Tá seinni hálvleikur ímillum Føroyar og Portugal skuldi setast í gongd, varnaðist dómarin, at ein maður ov nógv var á vøllinum.

 

Talan var um ein áskoðara, sum vildi hava selfie saman við Ronaldo. Real Madrid-leikarin legði lítið í tað og játtaði at taka eina mynd saman við hesum áskoðaranum.

 

Í løtuni er ikki til at siga, um talan var um ein føroyskan ella útlendskan áskoðara.

 

Trygdarfólkini á Tórsvølli varnaðust alt ov seint hendan fremmanda mannin, sum einki hevði at gera á vøllinum, men so skjótt tey raknaðu við, vóru fýra trygdarvørðar og fingu mannin av vøllinum.