LISTASTEVNA
Tíðindaskriv
Fleiri fremmand fólk hava vitja Listastevnu Føroya. Úr Skotlandi og Onglandi vóru fleiri viðhaldsfólk hjá Runrig um vikuskiftið og í løtuni er stjórin í skotsku Balettini, The Scottish Ballet, Norman Quirck á vitjan og kunnar seg um viðurskiftini fyri ballett-framførslu her í landinum.
Úr Japan er Masahiro Yokoyama komin at vitja og vil hoyra Ennekk og uppliva føroyskan dans og Kingo-sang. Mashahiro hevur úr orðabókum og øðrum tilfari sjálvur lært seg føroyskt mál til lítar.