– Týdningurin av at menna millummentanarligar førleikar hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Tí er tað er ein mótsøgn, at øll fremmandamál undantikið enskt eru fyri so stórari afturongd í skúlunum í Føroyum sum nú, tá mest sjálvsagda leiðin til hesar førleikar gongur ígjøgnum fremmandamálini. Her má vend koma í sum skjótast.
Tað sigur Maria Heradóttir, sum hevur M.A. útbúgving í enskum og týskum og er fyrrverandi miðnámsskúlalærari.
Í tíðargrein í Sosialinum í dag, sum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER vísur hon millum annað við hagtølum á, hvussu nógv færri næmingar velja lærugreinirnar týskt, franskt og spanskt í føroysku miðnámsskúlunum.
So stór hevur afturgongdin í fremmandamálum í Hoydølum verið, um vit bera saman skúlaárini 201-13 við 2016-17:
2012-2013 franskt: 101 næmingar
2016-2017 franskt: 58 næmingar
2012-2013 spanskt: 335 næmingar
2016-2017 spanskt: 201 næmingar
2012-2013 týskt: 219 næmingar
2016-2017 týskt: 72 næmingar
2012-2013 íalt: 543 næmingar á skúlanum
2016-2017 íalt: 654 næmingar á skúlanum
2017-2018: Afturgongdin heldur fram. Ivasamt um komandi árgangur fær franskt og týskt.
Mest útbreiddu móðurmál í eru Evropa:
• Týskt: 95 mill
• Franskt: 65 mill
• Enskt: 60 mill
• Spanskt: 45 mill
Mest útbreiddu móðurmál í heiminum:
• 2. plássi: spanskt
• 3. plássi: enskt
• 11. plássi: týskt
• 18. plássi: franskt
Búskaparliga sterkastu londini í heiminum:
• 1. plássi: USA
• 4. plássi: Týskland
• 5. plássi: Stóra Bretland
• 6. plássi: Frakland
• (Einki spanskttalandi land millum 10 tey sterkastu)
Tíðargreinin í Sosialinum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER
Les meir undir kunning á www.snar.fo/folkaskuli/tyskt