Ferðavinnan í Føroyum hevði stóra framgongd í fjør.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at í fjør hevði ferðavinnan næstan 9.000 fleiri gistingar enn í fyrrárið.
Í fjør gistu ferðafólk 137.510 nætur í Føroyum og tað eru 8.743, ella sjey prosent, fleiri enn í 2013.
Men tað er tann útlendski marknaðurin, ið stendur fyri øllum vøkstrinum, tí samstundis sum talið á føroyskum gistingum minkaði 2.271, ella 6 prosent, gistu útlendingar 11.014 nætur fleiri í Føroyym enn í 2013, tað svarar til ein vøkstur á 12 prosent.
Nógv tann størsti vøksturin eru norðmenn, sum hava verið í Føroyum og ferðast. Í fjør høvdu norðmenn heili 50 prosent fleiri gistingar í Føroyum, enn í 2013.
Men eisini aðrar tjóðir hava gist oftari í Føroyum í fjør enn í 2013, eitt nú sviar, italienarar, amerikanarar, niðurelendingar og fraklendingar.
Hetta er annað árið, at vit hava slík hagtøl fyri føroysku ferðavinnuna, so Hagstovan heldur, at tað er nakað tíðliga at gera nakrar serligar niðurstøður.
Men kortini kann staðfestast, at lutfallið millum marknaðirnar broyttist nógv í fjør, og næstan allur vøksturin í stavar frá øðrum londum enn Danmark.
Í 2013 vóru 52,2 prosent av teimum útlendsku gistingunum, danskarar, men í fjør var tað talið fallið niður á 46,9 prosent.
Men ein niðurstøða er, at tað mest vanliga er at koma til Føroyar sum einstaklingur í feriu, tað eru 55 prosent av øllum, sum koma higar..
- Tær flestu gistingarnar, heili 75%, eru á gistingarhúsum. Gistingarhúsini stóðu eisini fyri tí størsta vøkstrinum frá 2013 til 2014 og tveir triðingar av gistingunum eru í Suðurstreymoy.
Hagstovan sigur, at hóast talið á gistingum er vaksið, er talið av komum lægri. Hetta merkir, at ferðafólkini hava steðgað longri í Føroyum í fjør, enn tey gjørdu í 2013.










