fótbóltur
Ætlandi skuldi Friis-Hansen ikki byrja fyrr enn komandi kappingarár, men nú er so avtala gjørd millum Fremad og HIK um, at at nýggi venjarin byrjar alt fyri eitt. Síðani tað gjørdist greitt, at nýggjur venjari varð settir, hevur Fremad tapt tríggjar dystir á rað, og í løtuni eru teir beint undir niðurflytingarstrikuni. Hartil tykist nú greitt, at Peer F. Hansen, sum hevur verið venjari hjá Fremad Amager, nú fer í nýtt starv hjá Brøndby.
Fyrst og fremst man tað tó vera ítróttarliga gongdin, sum hevur verið atvold til, at venjaraskiftið verður framt longu nú.
Saman við Jakob Friis-Hansen kemur eisini Peter Rasmussen, sum hevur verið servenjari hjá danska landsliðnum, umframt at hann hevur verið hjálparvenjari hjá HIK. Fyrsti setningurin hjá teimum verður heimadysturin móti Aarhus Fremad, sum við 25 stigum er eitt stig framman fyri Fremad Amager á talvuni. Hartil eru dystir móti AB, Herfølge og SønderjyskE eftir á skránni.