Peer F. Hansen, sum ikki fekk nýggjan sáttmála við Fremad Amager, skal sambært danska Ekstra-Bladet í starv hjá Brøndby. Har skal hann ætlandi venja eykaliðið hjá Brøndby. Tom Køhlert hevur verið venjari hjá eykaliðnum hjá teimum gulu, men síðani í vetur hevur hann eisini staðið á odda fyri besta liðnum, og tí hevur arbeiðsbyrðan verið dekan ov stór.