Fremad veksur við fullari ferð

Við einum hópi, har Kalule er kendasti navnið, er setningurin úti á Amager framvegis, at teir vilja spæla í superliguni um tvey ár

Hóast niðurflyting stóð á skránni seinasta vár, so gongur tað nú við fullari ferð framá hjá Toda Jónsson og hinum í Fremad Amager.

Fíggjarliga og umsitingarliga fundamentið undir felagnum er tað, sum størst fokus hevur verið á fyrsta árið í felagnum, og at áhugin er øktur, sást týðiliga, tá felagið annan páskadag spældi fyrsta heimadystin í várhálvuni.

Undan dystinum varð skipað fyri sponsor-tiltaki í felagshølunum, og til samans mundi talið av gestum vera um tey 100. Og tað munnu tað neyvan vera nógv feløg í donsku 2. deild, sum kunnu breggja sær av.


Ítróttarliga er fremsta fortreytin tó, at felagið aftur skal upp í 1. deild, og tann parturin er væl ávegis, nú Fremad Amager er á odda í deildini.

Ungu føroysku spælararnir í felagnum høvdu vitjan av foreldrum sínum um páskirnar, og tey kundu millum annað hoyra, hvussu ítróttarstjórin í felagnum roknaði við, at hesir um kanska bara hálvt ár av álvara kunnu verða við til at styrkja um fyrstaliðshópin.

Sjálvan mánadagin gekst annars ikki heilt so væl, sum ætlanin annars var. Hóast Fremad Amager sat á mest sum øllum fyrra hálvleiki, so eydnaðist bert tí ferðina at senda bóltin í meskarnar.

Og tá teir eftir steðgin settu ferðina niður, var um at ganga heilt galið. Greve javnaði fyrst til 1-1, og hóast gestirnir fingu ein mann útvístan, eydnaðist teimum við beinleiðis frísparki at leggja seg á odda 2-1.

Tá vóru teir 90 minuttirnir farnir, men Anders Jochumsen gjørdist kortini dagsins maður, tá hann beint undan seinasta brikslinum skoraði útjavnandi málið.

Kalule, sum enn ikki er heilt so kendur sum hart sláandi pápin, sum eitt skifti bar HM-beltið í nevaleiki, kom á vøllin seinasta hálva tíman av dystinum. Enn er navn hansara – í øllum førum eftirnavnið – kendasta ítróttanavnið í Fremad Amager hópinum. Men ætlanin hjá Toda og teimum heldur enn røttu kósina, og hvør veit? Kanska fer hópurin í framtíðini aftur at telja nøvn, ið verða eins kend sum Søren Lerby, Frank Arnesen og Ivan Nielsen, sum jú allir byrjaðu sína yrkisleið í felagnum. Fleiri teirra forrestin saman við Frank Skytte, sum jú eisini er kendur her í Føroyum. Men tað er so ein heilt onnur søga.